Søgan aftanfyri
Faroe Sheep vil gera sítt til at gamla orðatakið “Ull er Føroya gull”, aftur skal vera ein sannleiki.
Søgan aftanfyri Faroe Sheep
Faroe Sheep heintar og haggreiðir í dag um helmingin av øllum seyðaskinnum í Føroyum. Arbeiðið byrjaði á heysti í 2001 og síðani er virksemið voksið støðugt til í dag. Kundarnir lata væl at góðskuni á føroysku skinnunum og serliga eru føroysku litirnir serstakir.
Faroe Sheep mennir framvegis móttøku og haggreiðing, so at góðskan verður so góð sum gjørligt. Skinnini verða heintað um stóran part av landinum og síðani sorterað, saltað og pakkað. Fyri at liva upp til ES reglurnar, verður eitt umfatandi upplýsingar, skrásetingar og samskipanararbeiði gjørt og neyðugt er at hava tætt samband við seyðabøndur, djóralæknar og avvarandi myndugleikar.
Við framhaldandi nærlagni, eru útlit til at menna framleiðsluna meira. Faroe Sheep hevur gjørt nógv við at menna sølumarknaðir, og føroysk skinn verða seld í fleiri europiskum londum í dag.
Faroe Sheep vil framhaldandi gera sítt til at gamla orðatakið “Ull er Føroya gull”, aftur skal vera ein sannleiki.