Handilstreytir
Gjalding
Á Faroe Sheep kanst tú gjalda við PayPal ella Dankort/VISA-Dankort. Peningurin verður ikki tikin av tíni konto, fyrr enn vøran verður send.
Allar upphæddir eru í DKK og eru við MVG.
Faroe Sheep krypterar allar tínar kortupplýsingar við SSL (Secure Socket Layer) protokol. Hetta meinast at óviðkomandi ikki kunna lesa títt kortnummar ellar aðrar upplýsingar undir keypinum.
Útbering
Faroe Sheep sendur vørurnar við Posta (um ikki annað er ásett) til móttakaran. At vøran kemur til tíðina er treytað av at Posta heldur dag-til-dag útberan. Um so er, at tað eru seinkingar í hjá Posta, verður sendingin frá Faroe Sheep eisini seinkað í samband við tann avtalaða útflýggjanardagin. Faroe Sheep kann ikki standa til svars fyri seinkingar hjá Posta. I tilfelli av sendingum, ið eru nógv seinkaðar (fleiri dagar) ella ongantíð komnar fram, sendur Faroe Sheep sjálvandi eina nýggja sending ókeypis. Sending frá tú hevur bílagt, er 1-5 yrkisdagar.
Endurgjaldskrav
Faroe Sheep veitur eitt 2 ára endurgjaldskrav sambært keypilógini, sum fevnir um framleiðslubrek og vørufeil, sum verða staðfest við tí vanligu nýtsluni av vøruni. Endurgjaldskravið dekkar ikki feilir, skaðar ella slit, beinleiðis ella óbeinleiðis, komi sum fylgju av skeivari viðferð, ringt viðlíkahald, harðskapi ella ikki góðkend inntriv. Endurgjaldskrav fyri feil og manglur, sum mann burdi varnast við vanligar kanning av vøruni, skulu boðast frá til Faroe Sheep innan rímiliga tíð. Vøran kann síðan sendast aftur til ábøting, umbýting ella, eftir avtalu, endurgjald. I samband við endurgjaldskravsakir rindar Faroe Sheep sendingarkostna.
Klaguskylda og aftursending av vøru
Í samband við feilir, manglur ella vørur, ið ikki eru komnar fram, skalt tú venda tær til:
Oikos (Faroe Sheep)
Giljavegur 36
360 Sandavágur
Føroyar
Aftursending av vøru skal eisini fara fram til hesa adressu – legg til merkis at vit ikki taka ímóti pakkum, sum eru sendir pr. eftirkrav. Aftursending kann eisini fara fram við at nokta at taka ímóti pakkanum ella við at avlevera vøruna persónligt hjá okkum. Tað er ikki eitt krav, men avgreiðslan gongur skjótari, um upplýsing fylgir við pakkanum, t.d. avrit av bíleggingarváttan, konto nr. har vit kunnu endurgjalda peningin fyri vøruna, avrit av samskifti, ið hevur verið frammanundan v.m.
Endurgjald
Í tilfelli av avtalaðum avsláttri, aftursendar vørur ella vørur goldnar frammanundan, sum vera avlýstar áðrenn tær eru sendar, skal eitt heilt ella partvíst endurgjald av keypsupphæddini gerast. Endurgjaldið fer sum regul altíð fram við bankaflyting og Faroe Sheep hevur tí tørv á upplýsingum um registreringsnummar og konto nr. Hesar upplýsingar eru ikki viðkvæmar og kunnu uttan víðari upplýsast ígjøgnum teldupost ella á annan hátt.
Aftursendingarrættur
Tú hevur ein 14 daga aftursendingarrætt á vørur, ið eru keyptar á www.faroesheep.fo. Hettar er roknað frá tí degi, ið tær eru móttiknar. Um tú angrar eitt keyp, skalt tú bara senda vøruna aftur í sama standi, sum tú móttók hana í. Tá ið vit hava móttikið vøruna og góðkent hana, rinda vit peningin aftur til tína konto innan fáar dagar. Kostnaðin fyri at senda vøruna aftur skalt tú sjálv/ur gjalda.
Angran av keypi skal boðast okkum frá seinast 14 dagar eftir, at vøran er keypt og frá fráboðanini skulu vit hava móttikið vøruna aftur innan 14 dagar.
Boðini skulu gevast við telduposti til info@faroesheep.fo. Í boðnum skalt tú greitt og týðiligt upplýsa okkum, at tú ynskir at brúka tín aftursendingarrætt.
Standurin á vøruni, tá ið hon verður aftursend
Tú heftir bara fyri møguliga versnan av vøruni, sum kemur av aðrari handfaring, enn hvat ið er neyðugt fyri at staðfesta vøruslag, eginleikar og mátan vøran virkar uppá. Við øðrum orðum – tú kanst royna vøruna uppá sama máta, sum tú hevði roynt hana í einum handli.
Um vøran er roynd útyvir tað, sum er lýst omanfyri, meta vit hana sum brúkta, hettar hevur við sær, at tú, við angran av keypi, bert fært ein part av peninginum aftur ella einki, alt eftir virðinum á vørini.
Fyri at fáa alla upphæddina endurgoldna, kanst tú gera tað sama sum í einum vanligum handli. Tú kanst royna vøruna, men ikki taka hana í brúk.
Hvat gera vit við tínar persónligu upplýsingar?
Fyri at keypa á www.faroesheep.fo hava vit brúk fyri fylgjandi upplýsingum:
- Navn
- Bústaður
- Telefonnummar
- Teldupostur
Vit skráseta tínar persónupplýsingar við tí endamáli at kunna senda bíleggingina til tín.
Persónupplýsingar skrásetast á www.faroesheep.fo og vera goymdir í 2 ár og síðan koyrdir burtur.
Tá ið tað verða heintaðir persónupplýsingar gjøgnum okkara síðu, tryggja vit okkum altíð, at tað er við tínum loyvi, soleiðis at tú ert upplýst/ur um hvørjar upplýsingar verða heintaðir og hví.
Tann, sum hevur ábyrgd av dáta á www.faroesheep.fo er Sigurd Nordendal.
Vit goyma og flyta ikki kundaupplýsingar kryptera.
Upplýsingar, sum eru givnir til Faroe Sheep vera ikki givnir víðari ella seldir til triðja mann, og vit skráseta ongar persónviðkvæmar upplýsingar.
Sum skrásett/ur á www.faroesheep.fo, hevur tú altíð rættin til at mótmæla skrásetingini. Tú hevur eisini rætt til at vita hvøjrir upplýsiningar eru skrásettir um teg. Hesi rættindi hevur tú eftir persóndátalógini. Tilvísing í samband við hetta skal vendast til Sigurd Nordendal gjøgnum teldupost til info@faroesheep.fo.
Farspor
Á www.faroesheep.fo vera farspor brúktar við tí endamáli at gera tað so nemt sum møguligt fyri vitjandi at fáa tað mesta burtur úr síðuni.
Farspor brúkt á okkara heimasíðu.
Cookie | Slag | Longd | Lýsing |
---|---|---|---|
_ga | 2 years | The _ga cookie, installed by Google Analytics, calculates visitor, session and campaign data and also keeps track of site usage for the site's analytics report. The cookie stores information anonymously and assigns a randomly generated number to recognize unique visitors. | |
_ga_P3WR8X6WT0 | 2 years | This cookie is installed by Google Analytics. | |
cookielawinfo-checkbox-analytics | 0 | 11 months | This cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Analytics". |
cookielawinfo-checkbox-functional | 0 | 11 months | The cookie is set by GDPR cookie consent to record the user consent for the cookies in the category "Functional". |
cookielawinfo-checkbox-necessary | 0 | 11 months | This cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookies is used to store the user consent for the cookies in the category "Necessary". |
cookielawinfo-checkbox-others | 0 | 11 months | This cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Other. |
cookielawinfo-checkbox-performance | 0 | 11 months | This cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Performance". |
viewed_cookie_policy | 0 | 11 months | The cookie is set by the GDPR Cookie Consent plugin and is used to store whether or not user has consented to the use of cookies. It does not store any personal data. |
Tú kanst altíð sletta farspor frá tíni teldu. Hvussu tú gert tað valdast av hvønn internetkaga tú brúkar.
Sletta farspor (dagfør kagaran fyri at síggja stillingar aftur)Logstatistik
Vit brúka ein logstatistik á www.faroesheep.fo. Tað er eitt statistik-system, sum samlar upplýsingar, ið kunnu geva okkum eina fatan av, hvussu nógv vitjandi vit hava á síðuni, hvar tey koma frá, hvar tey fara av aftur síðuni o.s.fr. Logstatistikkurin verður bert brúktur við tí endamáli at betra um www.faroesheep.fo.