Serstøk Seyðaskinn

Einki er sum kenslan av einum ektaðum seyðaskinni – Vit eru stolt av at kunna bjóða tær eitt breitt úrval av stásiligum føroyskum seyðaskinnum til títt heim. Okkara seyðaskinn eru serstøk og natúrlig – skinnini hava ikki verið ígjøgnum eina ónatúrliga kemiska viðgerð í framleiðsluni.

Skinn í alskyns litum

Stórur ymiskleiki er á litunum á teimum føroysku seyðaskinnunum. Á nethandlinum hjá okkum kanst tú velja ímillum einlitt skinn í hvítum, svørtum, gráðum og brúnum, ella marglit skinn, ið skilja seg burtur úr við síni heilt serstøku litsamanseting.

Heitt og fjálgt í stovuni

Tá ið ódnarveðrið leikar á uttanfyri, er tað deiligt at kunna leita sær inn í eina heita og hugnaliga stovu. Ein sikkur máti at skapa meira hugna í stovuna er at hava eitt seyðaskinn liggjandi omaná yndisstólinum. Ja kanska eitt á gólvinum eisini, til tær køldu føturnar.

Bergtiknir gestir í gongini

Hvør betri máti er at bergtaka gestirnar, enn við einari stílfullari og hugnaligari gongd, har tað natúrliga seyðaskinnið, ið hevur pláss á bonkinum, fær gestirnar at merkja hugnan frá løtuni teir koma inn? Eitt seyðaskinn í gongini ger eitt stórt inntryk fyri ein rímiligan kostna.

Stílur við døgurðaborðið

Tær føroysku seyðaskinnspúturnar frá Faroe Sheep eru perfektar til at leggja á teir hørðu træstólarnar við døgurðaborðið og eru við til at stíla og føroyska tær køkin. Trýst her fyri at síggja okkara úrval av seyðaskinnspútum, ið kunnu keypast fyri einans 350 kr. stk.

Vælkomin at deila

has been added to your cart.
Kassi